Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Ljóðbøkur
Skalt tú skriva uppgávu?
Gloymdir lutir
Heiðurslønir Tórshavnar býráðs
Slóðir
Ummælir frá summarkappingini
Bøkur
Søgulig skaldsøga, bygd á veruligar hendingar

Indtoget i KautokeinoSøgan fer fram norðuri í Finnmørkini í 1850'unum. Livihátturin hjá sámunum er hóttur, bæði av stiki og marki, men eisini av norskum brennivíni.

Ein vekingarrørsla tekur seg upp, og har tað talaða orðið ikki er nóg mikið at fáa fólk at rakna við, verður roynt við hørðum. Tey umvendu síggja keypmannin og lensmannin sum sjálvan Antikrist, og tá tey verða hótt við handtøkum og avmarkingum, gera leiðararnir hjá teimum av at drepa tey mest forherðaðu av teimum vantrúnu.

Ungi sámin Thomas er fyrst ivandi, men verður so sannførdur og fer í hernað ímóti Antikristi, meðan tann ungi norski presturin Frederik, sum kom til Kautokeino við tolsemi, skjótt verður settur á eina harða roynd.

Martin Petersen: Indtoget i Kautokeino (2004). 370 síður.

 
Kærleiki og ættarbond

Navnet på rudenSøgan fer fram í 1946 í Suðuronglandi og er um familjurnar Temperley og Chancellor, sum eru grannar.

Marius Temperley, sum hevur verið við í krígnum, kemur heim aftur til barndómsheimið, har systirin Julia heldur hús.
Tá Topaz Brooke kemur at vitja systkinabørnini Jack og Will Chancellor, sær hon, at nógv er broytt, síðan hon vitjaði áðrenn kríggið. Bæði Jack og Will eru forelskaðir í Juliu, men tá Jack verður noyddur at velja millum hana og vakra garðin Sixfields, tekur hann garðin. Í báðum familjunum mugu tey ásanna, at sterkur kærleiki bæði kann oyðileggja og byggja upp
 
Judith Lennox: Navnet på ruden (2002). 431 síður.

 
Beinraknar menniskjalýsingar

FåresygeEin bók fyri fólk, sum njóta at lesa bøkur ikki bara fyri handlingina, men eisini fyri gott mál og beinraknar eygleiðingar av mannalyndinum.

Søgan er søgd úr sjónarhorninum hjá Miriam. Maður hennara hevur fingið læknastarv í eini norskari bygd, og hon er flutt við honum til Noregs. Miriam trívist ikki væl í lítla fremmanda samfelagnum, og hetta fær hana at uppføra seg løgið.
Rithøvundurin greiðir sakliga frá løgnum hendingum og dugir eisini meistarliga væl at siga frá gerandisligum fyribrigdum við einum undrandi yvirbrái.

Ina Merete Schmidt: Fåresyge (2008). 196 síður.

 
Leyvukvinnan

LøvekvindenÍ 1912 verður ein genta fødd á bygd í Noregi. Gentan er loðin um allan kroppin orsakað av einum sjáldsomum genfeili.

Mamman doyr í barsilssong, og pápin, sum hevur skomm av gentuni, fjalir hana innandura, so ongin skal síggja, hvussu hon sær út. Hon hevur eina daddu, men annars veksur hon upp púra einsamøll. Hon er tó bæði sterk og gløgg, so sum frá líður tekur hon ábyrgd av sínum egna lívi.
 
Erik Fosnes Hansen: Løvekvinden (2007). 382 síður.

 
Írskar kvinnulagnur

Et anderledes livTríggjar systrar vaksa upp í Dublin um ár 1900 í einum umhvørvi, har tað verður hildið at vera nóg mikið, at kvinnur fáa sær mann, børn og tænastufólk.

Men tíðirnar broytast, og tær hava allar vón um eitt øðrvísi lív. Í Belfast búgva tvær foreldraleysar systrar, sum eru noyddar at arbeiða á einum spinnaríi, men tá tey spentu viðurskiftini millum katolikkar og protestantar elva til ófrið og harðskap, mugu tær rýma. Lagnan førir genturnar saman, men tilvera teirra verður ikki sum væntað.
 
Catherine Dunne: Et anderledes liv (2002). 420 síður ella 10 bond.

 
Spennandi sum ein krimi

ModellenKendi listamálarin Peter Wihl fyrireikar ein stóra framsýning, tá hann fær eina ólekiliga eygnasjúku, sum ger, at hann fer at missa sjónina.

Hann verður frá sær sjálvum av angist, og tá hann samstundis í einari ringari støðu svíkir 6 ára gomlu dóttrina, kennir hann seg missa takið á veruleikanum. Hann kemur í samband við ein gamlan floksfelaga, og tá hann fær eitt freistandi tilboð um hjálp frá honum, tekur hann av. Men skjótt varnast hann, at prísurin fyri at varðveita síni skaparaevnir eisini kann vera ov høgur.

Lars Saabye Christensen: Modellen (2006). 324 síður ella 8 fløgur.

 
List, kærleiki, missur og svik

Det jeg elskedeVælumtókta skaldsøgan byrjar í New York í 1975, tá ið listafrøðingurin Leo Hertzberg kemur fram á eina sjáldsama mynd, sum tann ókendi listamaðurin Bill Wechsler hevur málað.

Teir gerast vinmenn, og familjur teirra knýta alsamt tættari bond. Ein vanlukka fær tó stóran týdning fyri framtíð teirra.

Siri Hustvedt: Det jeg elskede (2003). 382 síður.

 
Damekupeen

DamekupeenIndiska Akhila er 45 ár og gomul genta. Fyri fyrstu ferð er hon farin at ferðast einsamøll, og leiðin gongur gjøgnum India við toki.

Her hittir hon aðrar indiskar kvinnulagnur, og hesar fáa hana at rannsaka sítt egna lív. Tá tú ferðast saman við kvinnunum í hesari kvinnukupé'ini, fært tú eina livandi lýsing av indiska samfelagnum í dag.

Anita Nair: Damekupeen (2003). 286 síður.

 
Absurdar skemtisøgur

Marcel AyméMarcel Aymé var fransmaður (1902-1967), ið skrivaði skaldsøgur, sjónleikir og leikrit til film, men mest kendur er hann fyri absurdu stuttsøgurnar.

Tvær av søgum hansara eru umsettar til føroyskt: Maðurin, sum gekk gjøgnum veggir av T.N. Djurhuus og Pantifútin av Hanusi Kamban.
Dámar tær stuttsøgurnar hjá Woody Allen, fert tú eisini at virðismeta Den lille sorte hane, har tú, um tú letur teg draga inn í eina verð, har tað ógjørliga er gjørligt, fært skemt av allarbesta slag

Marcel Aymé: Den lille sorte hane (1986). 122 síður.

 
Upprunin til telduna í dag

Computerens historieStuttlig bók við nógvum myndum av gomlum maskinum og teldum, sum eru forfedrar til telduna, sum vit kenna í dag.

Síggj og les um fyrstu teldumúsina, sum var ein trækubbi við hjólum. Og les, hvussu world wide web varð uppfunnið fyrst í 1990'unum.

Computerens historie (2006). 256 síður.

 
Kann ein kvinna gerast yrkisveiðimaður í Tansania?

Floder af rød jordNatasha Illum Berg var 24 ár, tá ið hon fekk lærupláss sum veiðimaður í Tansania, ein rættiliga óvanlig yrkisleið hjá einari ungari danskari kvinnu í 1995.

Hetta er hennara søga um hesa tíð, ein søga um at berjast við og ímóti náttúruni og um, hvussu umheimurin dømir eina kvinnu, sum trokar seg inn á økið hjá mannfólkunum.

Natasha Illum Berg: Floder af rød jord (1999). 147 síður.

 
Skemtilig bók um álvarsligt evni

Flugten til AmerikaRithøvundurin er týskur jødi, og familja hennara flýddi úr Týsklandi til USA áðrenn kríggið. Hon letur ommuna siga søguna um tey trý ættarliðini av kvinnum.

Sjálv var omman katolikkur og av góðum fólki, tá hon giftist við jødiska læknanum Rother. Familjan var ímóti hjúnalagnum, sjálvt um hann gjørdist katolikkur. Tá nasistarnir avmarkaðu møguleikarnar hjá familjuni meir og meir, flýddu tey til USA, men heldur ikki har var so lætt hjá honum at fáa arbeiði, tí har var hann sæddur sum týskari og katolikkur. Omman heldur høvdið høgt gjøgnum allar royndirnar, tey fara ígjøgnum. Hon hevur sínar egnu meiningar um, hvussu alt skal vera, og við hjálp frá einari týskari arbeiðskonu roynir hon eftir førimuni at stýra allari familjuni. Men hvørki dóttirin ella ommudóttirin fáast at akta.

Irene Dische: Flugten til Amerika (2007). 276 síður.

 
Begærets ret

Begærets retSøgan fer fram í Suðurafrika í 1990'unum. Ruben Olivier, sum er farin frá við eftirløn, er einkjumaður, og tá besti vinur hansara verður myrdur, kennir hann seg ógvuliga einsamallan.

Hann ger av at leiga eitt kamar út, og leigarin er tann unga og vakra Tessa, sum fær hann at kenna seg livandi aftur. Men hon fær hann eisini at síggja sannleikan um langa hjúnalagið og konuna Rinu. Sjálvt um skaldsøgan snýr seg um einsemi og kærleika og um eitt land, sum er merkt av harðskapi og mutri, er hon eisini skemtilig.

André Brink: Begærets ret (2000). 367 síður ella 11 bond.

 
Perlan

The PearlÍ meksikansku bygdini La Paz við Flógvan búgva Joana og Kino í fátækt við lítla Coyotito. Ein skorpión bítur pinkubarnið, men ongir pengar eru til læknahjálp.

Joana biður - ikki um grøðing - men um at finna eina perlu. Og undrið hendir, tey finna ta vakrastu perluna. Bygdarfólkið frøist við teimum. Alt skuldi nú borið til, og Kino droymir stórar dreymar um gylta framtíð!

Men, nei, tvørturímóti, bert spottprís vilja teir grammu perlukeypararnir lata. Forvitni broytist til øvund, girnd, eldáseting og jagstran. Á náttartíð rýma tey til fjals, eftir at Kino í sjálvverju hevur dripið ein mann. Men perlan hevur valdið á Kino...

Spennandi bók á tremur av lívsvísdómi - ein sonn perla.

John Steinbeck: Perlan (1968). 126 síður.

 
Óvanlig bók eftir Henning Mankell

Italienske skoFredrik Welin er pensioneraður lækni og hevur í fleiri ár búð í sjálvvaldum einsemi á einari lítlari oyggj. Ein vetrardag kemur ein gomul ungdómsflamma á vitjan, og hetta broytir lív hansara fullkomiliga.

Hann verður noyddur at góðtaka, at hann ikki kann renna undan fortíðini og avbyrgja seg frá øðrum menniskjum.
 
Henning Mankell hevur skrivað fleiri bøkur, bæði til vaksin og børn, harav tríggjar eru umsettar til føroyskt, og serliga er hann kendur fyri krimisøgurnar við politimanninum Kurt Wallander sum høvuðspersóni.
 
Hóast Italienske sko als ikki er nøkur krimisøga, er skilligt, at rithøvundin dugir at skriva krimi, tí hon er eins spennandi og ein tílík. Til tíðir er hon eisini skemtilig, og yvirhøvur er hetta ein hugtakandi lýsing av høvuðspersóninum, teimum fólkum hann kemur at kenna og samfelagnum í dag.

Mankell, Henning: Italienske sko (2007). 284 síður

 
Spennandi endurminningar

Hjem fra AfrikaTá sveisiska Corinne fór við sjeikinum til Kenya at ferðast, hevði hon ikki droymt um, at hetta fór at broyta lív hennara. Á ferðini hitti hon kenyanska krígsmannin Lketinga, sum hon gjørdist so hugtikin av, at hon gjørdi tað liðugt við sjeikin og flutti til Kenya fyri at liva saman við Lketinga.

Fyrst kom “Den hvide masai”, har Corinne greiðir frá kærleikssøguni og lívinum hjá sær sum fyrsta hvíta menniskjað í ættarbólkinum hjá Lketinga.

Síðani kom á donskum “Gensyn i Barsaloi”, har Corinne vitjar aftur í Kenya eftir at hava búð í Sveis í nógv ár.

Gensyn i BarsaloiDen hvide masaiNýggjasta bókin á donskum er “Hjem fra Afrika”, har Corinne sigur frá tíðini millum hinar báðar bøkurnar, og hvussu tað var at búgva aftur í Sveis eftir at hava livað eitt fátæksligt, men í aðrar mátar ríkt familjulív í kenyanska ættarbólkinum.

Hofmann, Corinne: Den hvide masai (1999). 334 síður.
Hofmann, Corinne: Gensyn i Barsaloi (2006). 167 síður.
Hofmann, Corinne: Hjem fra Afrika (2008). 183 síður.
 

 
Aftur í 60'ini

Tilbage til 60'erneUm poesibøkur, príslistan frá Daells, The Beatles, Cliff Richard, lærstutt, stálkambar, flower-power, Mao og mangt, mangt annað.

Bókin lýsir í orðum og myndum gerandislívið og barna- og ungdómsmentanina hetta tíðarskeiðið.

Dahl, Ove: Tilbage til 60'erne - alle de ting, du har glemt, du kan huske (2007). 190 síður.

 
Brændende ild

Brændende ild

Familjan Kellaway flytir í 1792 úr tí bygdarliga Dorset til rokasliga og miskunnarleysa stórbýin London, har pápin fær arbeiði sum møblasnikkari.

Granni teirra er kendi yrkjarin og málarin William Blake, sum fær stóran týdning fyri yngsta sonin Jem og vinkonu hansara Maggie Butterfield, ið er vaksin upp í trongum korum í London

Tracey Chevalier: Brændende ild (2007). 457 síður.

 
Hemmelighedens hus

Hemmelighedens husLeonora fyllir 75 ár, og familja, vinir og kenningar eru savnað á góðsinum Willow Court at hátíðarhalda dagin.

Leonora er dóttir kenda málaran Ethan Walsh. Myndir hansara hava altíð hingið á góðsinum, og savnið er stoltleikin hjá familjuni. Sum í flestu familjum eru her eisini stríð og duldar kenslur, sum so við og við verða avdúkað, tá trý ættarlið av kvinnum siga sína søgu. Tá føðingardagurin er farin afturum, er eitt skelkandi loyndarmál komið í ljósmála, og hetta fær stórar avleiðingar fyri Leonoru og hini í familjuni.

Adèle Geras: Hemmelighedens hus (2003). 444 síður.

 
Og hvor har du så hjemme?

Sample ImageTvinni hjún úr Baltimore ættleiða samstundis hvør sína smágentu úr Korea. Hetta verður byrjanin til eitt vinalag millum báðar familjurnar, sum annars einki hava til felags.

Onnur familjan er ein vanlig amerikansk familja, sum heldur góðtrúgvin lítur á dygdirnar í amerikanska samfelagnum, meðan tey í hinari eru tilflytarar úr Iran við heilt aðrari mentan og virðum í viðførinum. Á hvørjum ári savnast tey at hátíðarhalda dagin, tá tey fingu genturnar, og sum árini ganga, verða lagnur teirra enn meira samantvinnaðar. Hetta er ein skaldsøga um familjuna sum miðdepil, um tryggleikan at hoyra til mótvegis at kenna seg fremmandan og um at góðtaka, at vit eru ymisk

Anne Tyler: Og hvor har du så hjemme? (2007). 247 síður.

 
<< byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 7 næsta > endi >>

úrslit 101 - 120 av 133