Skjót leiting:
Heim
Leita og bílegg
Míni lán / Endurnýggja lán
Mínar bíleggingar
Broyt loynitalið
Broyt teldupost / telefon
Um bókasavnið
Leita á øðrum føroyskum bókasøvnum
Tíðarrit
Skalt tú skriva uppgávu?
Gloymdir lutir
Slóðir
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs
Ummælir frá summarkappingini
Bøkur
Psykologiskt drama

Hundens ørerTá Eva fyllir 56 ár, fær hon eina dagbók, og nú byrjar ein ferð aftur í tíðina, langt burtur frá rósugarðinum, sum hon hjúklar um, og gerandisdegnum saman við manninum Sven. Hon skrivar um barndómin í Stockholm í 1950'unum og 1960'unum, sum var merktur av vánaliga sambandinum við ta køldu, men sjarmerandi mammuna, fyrsta forelskilsið og tann stóra kærleikan.

Eva hevur altíð tráað eftir viðurkenning frá mammuni, men ongantíð fingið hana. Í staðin veksur hatrið, og tað hevur givið henni styrki, men hevur eisini kravt sítt. Og nú hóttir tilvildin við at avdúka sannleikan, sum hon hevur krógvað so leingi.

Bókin fekk nógv rós, tá hon kom út, og er ein óvanlig krimi, bæði undirhaldandi og grumm.

Maria Ernestam: Hundens ører (2008). 338 síður ella 1 mp3-fløga.

 
Modernaður skaldskapur á føroyskum

NígariSøgan lýsir 33 ára gamla Mikael Skrent. Hann er ein væl útbúgvin búskaparfrøðingur í góðum og væl løntum starvi, ið at síggja til hevur alt, dýran bil, skraddaraseymað klæði og hondseymaðar skógvar. Harumframt sær hann gott út, men hann er ikki lukkuligur. Hansara ovurstóra trongd til kynsliga njóting og til at doyva seg við kokain og rúsdrekka bera boð um menniskjaligt forfall.

Ávegis til eina fernisering hjá einum vinmanni í Oslo renna tilburðir úr fortíðini fram fyri hann, tilburðir, ið hava ført hann hagar, hann er í dag. Tilveran tykist honum høpisleys, hann stríðist við kærleikan, hann misti fyri tíggju árum síðani, tá Theresa rýmdi frá honum, hon, sum var einasta menniskja, hann veruliga hevði havt heitar kenslur fyri. Hann hevur verið sjúkliga áhugaður í sær sjálvum og ísakaldur mótvegis øllum, ið ikki tæntu hansara egna áhuga.

Hetta er søgan um, hvussu menniskjað onkursvegna er um at verða avhumaniserað, gerðirnar eru ótilvitaðar og mekaniskar, og teir grundleggandi tørvirnir hava fingið fult tamarhald á tilveruni.

Einar Andreas Lund: Nígari (2011). 252 síður.

 
Ein óvanlig tilvera

JunglebarnHvat hendir, tá mamman og pápin í einari vanligari týskari familju gera av, at familjan skal búseta seg í frumskóginum? Fyri Sabine Kuegler (f. 1972) og systkin hennara gjørdist hetta veruleiki, tá tey síðst í 1970’unum settu búgv hjá einum ókendum ættarbólki í Ný Guinea, har pápin skuldi kortleggja málið hjá fólkinum. Meðan foreldrini halda fast í vesturlendska upprunanum, liva børnini seg skjótt inn í frumskógarlívið, har gerandisdagurin ikki er stýrdur av klokku og kalendara, men av dagsljósi, veðri og vindi og har brøv frá familjuni “heima” eru púra óskillig, tí lívið í Týsklandi er so nógv øðrvísi enn tilveran millum upprunafólkið.

Í Junglebarn greiðir tann vaksna Sabine frá uppvøkstri sínum og frá skelkinum, hon fær, tá hon sum hálvvaksin kemur aftur til Týsklands og má fyrihalda seg til siviliseraðu jungluna har við heilt øðrum normum, enn hon er von við, so sum klokkutíðum og ferðslureglum.
Ein fangandi frásøgn, sum verður borin heilt fram til nútíðina.

Sabine Kuegler: Junglebarn (2007). 256 síður.

 
Krimistuttsøgur

ForbrydelserFerdinand von Schirach hevur í mong ár virkað sum framstandandi verji í Týsklandi, áðrenn hann byrjaði rithøvundavirksemi sítt, og hetta er fyrsta bók hansara.
Forbrydelser inniheldur 11 stuttsøgur, ið hava tað til felags, at eitt brotsverk verður framt, sum til endans verður viðgjørt í rættinum og uppklárað. Í øllum søgunum er tað verjin, ið viðger málini og greiðir frá tí, ið er hent.

Í søgunum verður sagt frá fólki, hvørs lív á ymsan hátt hevur tikið eina ógvusliga vend, aftan á dramatiskar hendingar. Orsøkirnar kunnu vera ósemja um pengar, litinskapur ella at tilvildin hevur valdað og broytt lív teirra. Persónarnir eru ymisk sløg av fólki úr øllum stættum í samfelagnum, høg sum lág.

Hetta savnið av krimistuttsøgum, eins væl og tað seinna, Skyld, er sera væl umtókt í Týsklandi, og fleiri av søgunum eru eisini gjørdar til film. Og tað er væl skiljandi, tí søgurnar fanga beinanvegin lesaran og eru lættar og undirhaldandi at lesa. Summar eru tragiskar, aðrar við meira forloysandi enda og onkur nokk so skemtilig. Og havandi í huga starv rithøvundans sum verji er torført ikki at hugsa, at søgurnar meira ella minni byggja á veruligar hendingar og saktans kundu verið sannar.

Ferdinand von Schirach: Forbrydelser (2011). 211 síður.

 
At yvirliva strongd

PræstationsfældenSvensku rithøvundarnir Joanna Rose og Aleksander Perski hava skrivað hesa sjálvhjálparbókina um strongd. Joanna Rose er vísindablaðfólk, meðan Aleksander Perski er sera viðurkendur granskari innan strongd.

Tað gerst alt meira vanligt, at fólk – í stóran mun kvinnur – verða strongd og kenna seg ovbyrjað bæði krops- og sálarliga, og hetta hevur við sær møði, svøvnloysi, tunglyndi, vánaliga immunverju við meira.

Hesi fólk sita ofta føst í tí, sum høvundarnir kalla avriksfelluni, tí tey seta órímiliga høg krøv til sín sjálvs og til alt tað, tey skulu avrika bæði úti og heima. Í nútíðarsamfelagnum er sjálvsvirði ofta sera nógv tengt at perfektionismu og tamarhaldi á øllum lívsins viðurskiftum, og tá tað ikki eydnast, hóast tú gerst alt, tú kanst, so verður máttloysið stórt.

Bókin greiðir frá teimum sálarfrøðiligu og samfelagsligu mekanismunum, sum eru orsøk til, at so nógv verða fangað í avriksfelluni, og vísir á, hvussu tú kanst koma tær úr felluni og fáa javnvág millum egin krøv og tað, tú heldur, onnur vænta av tær.

Sum undirheitið sigur, er útgangsstøðið tikið í umstøðunum hjá kvinnum, serliga teimum yngru, men øll, sum kenna til teir nevndu trupulleikarnar, kunnu fáa gagn av bókini.

Joanna Rose og Aleksander Perski: Præstationsfælden. Overlevelsesguide for præstationsprinsesser. (2010). 268 síður.

 
Dramatisk harragarðssøga

Den glemte haveÍ 1913 stendur ein 4 ára gomul genta úr Onglandi einsamøll eftir á kaiini í Maryborough, Avstralia. Havnameistarin tekur hana heim við, og tá ið hon ikki dugir at siga, hvør hon er, og eingin spyr eftir henni, gera havnameistarin og kona hansara, sum eru barnleys, av at taka gentuna til sín. Nell veksur upp hjá teimum, og ikki fyrr enn hon fyllir 21, fær hon at vita, at hon ikki er dóttir teirra. Sjálvt um ættleiðingarforeldrini eru góð við hana, fær hon ein skelk. Hvør er hon, og hví leitaðu foreldrini ikki eftir henni?

Havnameistarin gevur henni eitt lítið kuffert, sum hon hevði við sær, tá hon kom, og í tí liggur eitt ævintýrasavn, sum er skrivað av Elizu Makepeace. Hetta savnið verður lykilin, tá ið Nell nógv ár seinni roynir at uppklára, hví hon ferðaðist einsamøll úr Onglandi til Avstralia.
Søgan skiftir í tíð frá umleið 1900 til 2005. Vit fylgja høvuðspersónunum í London, á harragarðinum í Cornwall, har gloymdi havin í titlinum finst, og í Avstralia.
Tá Nell doyr, er tað ommudóttirin, Cassandra, sum ferðast til harragarðin í Cornwall og loysir síðsta partin av gátuni.

Kate Morton: Den glemte have (2010). 521 síður.

 
Spaklig søga úr Írlandi

Heden i flammerBókin er um lívið hjá Eamon Redmond, sum er dómari í Írlandi, og meginparturin fer fram í einum lítlum býi á strondini, har familjan hevur summarhús. Eamon og konan, Carmel, eru har ein part av árinum, børnini eru vaksin og farin heimanífrá, og hjúnini liva eitt friðarligt lív hesi seinastu árini, áðrenn Eamon fer frá.

Eamon hugsar aftur á lívið sum sakførari og dómari, men eisini nógv minnir frá barndóminum og ungdóminum koma fram fyri hann. Mamman doyði tíðliga, og hann hevur ongi systkin, men vaks upp hjá pápanum, ið sum lærari var ein autoritetur har á staðnum. Omman og abbin og familjan annars vóru av stórum týdningi fyri hann í uppvøkstrinum. Tey vóru eldhugað fyri írskum sjálvbjargni, og sum ungur verður Eamon eisini ein partur av tí politiska umhvørvinum í Írlandi. Broytingarnar, sum henda í Írlandi hesi árini, seta eisini sín dám á lívið, og fleiri ferðir er hann sum dómari noyddur at taka støðu í málum, sum hava politiskan týdning fyri landið.
Alt hetta hugsar hann um og grundar á, og hann er nøgdur við tilveruna, men sambandinum við tey vaksnu børnini er tað mest konan, sum hevur tikið sær av. Børnini hava ikki altíð verið samd við hann í avgerðum, hann í sínum arbeiði hevur verið noyddur at taka, men tá mótburður kemur, eru tað tey, sum kveikja nýggja vón í honum.

Colm Tóibín: Heden i flammer (1995). 253 síður.

Er bókin tøk?

 
Úr Íslandi suður í Evropa

StiklingenArnljótur er 22 ára gamal og hevur ongar rættiligar framtíðarætlanir. Hann hevur ikki hug at fara at lesa, sum pápin vil, men møguliga at blíva gartnari, tí serliga rósur hava hansara stóra áhuga. Mamman er deyð í eini ferðsluvanlukku, og frá henni hevur hann arvað sín stóra áhuga fyri rósum og urtagørðum. Hann eigur ein menningartarnaðan tvíburabróður, sum býr á einum heimi, og ein 77 ára gamlan pápa.

Arnljótur hevur havt ein dreym um at sleppa at arbeiða í einum kendum klostururtagarði í Suðurevropa, sum er gitin fyri sínar rósur, og nú ger hann av at fara avstað. Við sær á ferðini hevur hann tríggjar stiklingar av einum nýggjum rósuslagi, sum mamman hevur framdyrkað, og teir vil hann planta í klostururtagarðin. Við sær hevur hann eisini eina mynd av sjey mánaða gomlu dóttur síni, sum hann hevur fingið við eini kvinnu, sum hann annars ikki hevur nakað tilknýti til. Ferðin niður gjøgnum Evropa gongur væl, men hann er ikki meira enn farin at arbeiða i urtagarðinum, tá hann fær óvæntaða vitjan.

Hetta er ein sera fangandi søga um ein hugsunarsaman og dámligan ungan mann og hansara samskifti við umheimin.
Bókin fekk í 2008 tvær íslendskar bókmentaheiðurslønir og varð í 2009 innstillað til Nordisk Råds Litteraturpris.

Auður Ava Ólafsdóttir: Stiklingen (2009). 267 síður.

 
Gotiskur romantikkur í Barcelona

Vindens skyggeSmádrongurin Daniel saknar deyðu mammu sína, sum hann næstan hevur gloymt. Fyri at geva soninum okkurt annað at hugsa um, tekur syrgni pápin Daniel við til kirkjugarðin fyri gloymdar bøkur. Har sleppur drongurin at velja sær eina bók, og hann verður drigin at einari bók eftir Julián Carax. Hann lesur bókina uttan íhald og verður so bitin av søguni, at hann bara vil hava meir. Hetta gerst byrjanin til eina áralanga leitan eftir bókum, meining og kærleika, og á leiðini hittir Daniel nógv ymisk fólk, sum øll eru brikkar í einum stórum puslispæli.

Søgugongdin fer fram í Barcelona, harav størsti parturin í grannalagnum hjá Daniel, men søgan er søgd við sansi fyri smálutunum, so universið í smáu gøtunum letur seg upp og verður óendaliga stórt.

Skaldsøgan er framúrskarandi danskað av Iben Hasselbalch, sum hevur týtt størstapartin av sponsku bókmentunum, sum eru komnar út á donskum í nógv ár. Hon megnar at varðveita spanska tónan, og tað tykist eisini, sum at hon fylgir orðavalinum hjá Carlos Ruiz Zafón neyvt, so bæði poesi og skemt fylgir við.

Carlos Ruiz Zafón: Vindens skygge (2004). 451 síður.

 
Vanrøkt og kærleiki

GlasslottetJeannette Walls er kendur amerikanskur journalistur, fødd í 1960, og Glasslottet er ævisøga um uppvøkstur hennara.
Hon er næstelst av fýra systkjum, og øll barnaárini eru ein flakkan frá staði til stað, tí foreldrini síggja tað ikki sum nakað endamál í sær sjálvum at skapa børnunum trygg uppvakstrarkor. Tað, sum ikki drepur teg, styrkir teg, er motto teirra. Familjan livir sostatt sum hippi-nomadar, og hvørja ferð pápin missir arbeiði ella setur seg í ov stóra skuld, flyta tey í skundi til ein annan bý at búgva.

Mamman er útbúgvin lærari, men vil heldur fáast við list og at mála, meðan pápin, sum bara arbeiðir av og á, ofta dettur útí og søplar allar pengarnar burtur upp á rúsdrekka. Sostatt mugu Jeannette og systkini ofta fara svong til songar í ússaligu bústøðum teirra. Og í skúlanum sníkja tey seg til at eta matin, hini børnini hava blakað burtur, og tey verða happað, tí tey eru so vesallig.
Men samstundis kunnu foreldrini, tá best stendur til, sýna bæði kærleika og umsorgan. Mamman lesur Shakespeare fyri teimum, og pápin hugtekur tey við fantasifullum søgum og lærir tey, hvussu natúran hongur saman.

Glasslottet er sostatt ein skakandi søga um misrøkt og ábyrgdarleys foreldur, men tað serliga við bókini er, at foreldrini vera lýst við kærleika og alski av rithøvundanum. Ein hugtakandi og áhugaverd bók.

Jeannette Walls: Glasslottet (2011). 389 síður.

 
Kinesiskar kvinnulagnur

Kinas døtreSeinnu árini eru nógvar bøkur - bæði fagur- og yrkisbókmentir - komnar út um umstøðurnar hjá kinesiskum kvinnum, meðan Mao sat við ræði og eisini um tíðina undan og eftir mentanarkollveltingina.
Í hesi bókini verður sagt frá nógvum ymiskum kvinnulagnum, sum høvundurin Xinran fekk kunnleika til í sambandi við arbeiði sítt sum útvarpsvertur og journalistur í Kina 1989-97. Sendingar hennara viðgjørdu ta neyð og órættvísi, sum mangan lá aftan fyri tað, sum vesturheimurin metti vera eitt samfelag, har øll vóru líka.

Í kjalarvørrinum á hesum sendingum vendu nógvar kvinnur sær til Xinran at siga sína søgu ella søguna hjá onkrari aðrari kvinnu, og hesar søgur eru mangan bæði syrgiligar og óhugnaligar. Umframt at siga frá hesum ymisku kvinnulagnunum gevur bókin eisini innlit í kinesiska samfelagið, har stórur munur er á ríkum og fátækum, skúlaðum og óskúlaðum, bygd og býi.
Xinran er sjálv fødd og uppvaksin undir mentanarkollveltingini, men flutti í 1997 úr Kina til London, har hon í 2002 gav út umrøddu bók, sum nú er umsett til fleiri enn 30 mál. Hon hevur síðan givið út fleiri bøkur um kinesisk viðurskiftir, og hon er eisini kend fyri felagsskapin The Mothers' Bridge of Love, hvørs endamál er at byggja brúgv millum Kina og tey, sum hava ættleitt børn haðani, størstiparturin gentur.

Xinran: Kinas døtre (2002, seinast endurprentað 2011). 253 síður.

 
Djór ella menniskja

Dyrets folkDjórið, sum hann krevur at kallast, er 20 ár og býr í slumminum í indiska býnum Khaufpur.
Fyri 20 árum síðani hendi eitt ræðuligt eiturútlát í Khaufpur, og skjótt skilir lesarin, at talan er um Bhopal. Foreldrini doyðu av eitrinum, og sjálvur fekk Djórið skaða í ryggin. Hann kann ikki standa upprættur, men má ganga á øllum fýra sum ein hundur. Ein fronsk nunna hevur tikið sær av honum, og nú, 20 ár seinni, má hann taka sær av henni, tí hon er í ørviti. Eitrið hevur gjørt, at hon hevur gloymt øll málini, hon fyrr dugdi, bara móðurmálið er eftir. Sjálv heldur hon, at tað er hinum, tað er galið við.

Ein tíðindamaður gevur Djórinum ein bandupptakara, so hann kann siga sína søgu, og hvørt kapittul í bókini er eitt band, sum hann hevur lisið inn.
Djórið klárar seg við sínum frekleika. Hann er skjótur, fúlur og grovur í munninum, bæði á enskum, fronskum og hindi. Hann yrkir fúl rím, hoyrir røddir og er ofta á markinum til at gerast svakur. Hann eigur góðar vinir, sum í áravís hava stríðst fyri, at offrini fyri eiturútlátinum skulu fáa rættvísa viðferð. Tað einasta, hann droymir um, er at ganga upprættur og at vera seksuelt saman við einari kvinnu. Tá ein amerikanskur lækni letur eina ókeypis klinikk upp í býnum, sær hann møguleikan fyri at fáa bæði síni ynskir uppfylt, men vinirnir halda læknan vera eina roynd hjá amerikanarunum at sleppa undan at svara sínar skyldur, og teir gera av at boykotta klinikkina. Djórið meldar seg sjálvboðin sum njósnari, so hann kann arbeiða fyri síni egnu dagsskrá.

Indra Sinha: Dyrets folk (2011). 369 síður.

 
Ævisøgan hjá tveimum serlingum

Homer og LangleyHomer og Langley er søgan um tveir brøður, ið liva saman í vælahúsi sínum í New York. Annar teirra, Homer, gerst blindur á ungum árum, meðan Langley fær ein krígsskaða í 1. heimsbardaga. Her liva teir eitt lív fyri seg sjálvar, og bert gjøgnum dagbløð og útvarp fylgja teir við og fáa at vita, hvat hendir í verðini. Tó so, teir hava ikki altíð verið heilt avbyrgdir frá umheiminum, og vit hoyra um villar veitslur í 20’unum og samband við gangstarar í 30’unum, og teir uppliva eisini 2. heimsbardaga á heimafrontinum og hippietíðina í 60’unum.

Amerikanarin E.L. Doctorow hevur í skaldsøgum sínum ferðast á markinum millum tað dokumentariska og fiktiónina, og hann hevur m. a. lýst kendar persónar sum Sigmund Freud og Henry Ford. Søgan um Homer og Langley tekur eisini støði í lívinum hjá persónum, ið veruliga hava livað, sjálvt um hetta fyrst og fremst er fiktión. Bókin varð í 2009 innstillað til kenda Man Booker prísin. 

Doctorow er ein frálíkur skribentur, og eisini henda bók hansara er áhugaverd at lesa.

E. L. Doctorow: Homer og Langley (2011). 186 síður.

 
Ógvisligar kvinnulagnur

RenselseAliide Truu, ein eldri estisk kvinna, ið livir einsamøll úti á bygd, finnur eina illa fyrikomna unga kvinnu í túninum. Tað er hin russiska Zara, ið er flýggjað frá alfonsi sínum. Hon er illa á holdi komin og ógvuliga bangin fyri at blíva funnin, hvørt lítið óljóð loypir hvøkk á hana. Bæði hon og Aliide hava upplivað ræðuleikar, ið tær dylja sum mansmorð.

 Aliide Truu hevur livað eitt strævið og kærleiksleyst lív í tíðini, tá Estland var undir sovjetiskum yvirvaldi. Hon búði í húsinum hjá foreldrunum saman við systur síni og familju hennara, men ein dagin eru tey øll horvin, og vit fáa so líðandi søguna fortalda. Zara blívur sum blaðung lokkað frá heimi sínum í Vladivostok til skøkjulevnað í Týsklandi, og tað, sum hendir henni har, er ikki tespiligt. Tað eydnast henni at flýggja og finna Aliide, sum hon hevur hoyrt um frá ommu síni í Sovjetsamveldinum. Hon hevur eina gamla mynd við sær, sum vísir seg at vera av systur Aliidu, og so við og við verður sambandið teirra millum avdúkað.
Hetta er ein søga um sterkar kenslur, kærleika, hatur og svik, ið fær okkum at ógvast. Bókin er upprunaliga skrivað sum leikur, sum júst í hesum døgum verður framførdur á Tjóðpalli Føroya.

Sofi Oksanen: Renselse (2010). 280 síður.

 
Litrík og væl skrivað skaldsøga

Brooklyn DårskabNathan Glass hevur arbeitt sum tryggingarmaður, men nú er hann farin frá. Hann hevur lungnakrabba og hevur troytt allar viðgerðarhættir, so nú roynir hann at venja seg við, at lívið skjótt fer at fáa ein enda. Hann leitar eftir einum friðarligum staði at liva sína síðstu tíð og kemur til Brooklyn. Konan er farin frá honum, og einkardóttirin heldur lítið um hann, og sjálvur heldur hann, at lívið er bæði keðiligt og láturligt og á mangan hátt miseydnað.

Men so ein dagin møtir hann heilt av tilvild systirsoninum Tom Wood, sum hann ikki hevur havt samband við í nógv ár. Tom hevur lisið bókmentir í fleiri ár, uttan at nakað serligt er komið burturúr, og síðan koyrt taxakoyring eina tíð. Men so hittir hann Harry Brightman, sum er ein ógvuliga litríkur persónur. Hann er homoseksuellur og fullur av røvarasøgum, men aftan á eina tíð letur Tom seg yvirtala at taka við einum starvi í antikvarbókhandlinum hjá Harry. Og nú tekur lívið eina heilt nýggja vend hjá Tom og Nathan, tí saman við Harry fara teir undir at gera sín barnsliga dreym til veruleika.

Paul Auster: Brooklyn dårskab (2005). 333 síður.

Er bókin tøk?

 
Guernseys litterære kartoffeltærteklub

Guernseys litterære kartoffeltærteklubBrævaskaldsøgan livir væl upp til málandi heitið á bókini. Høvuðspersónurin í bókini, londonbúgvin og rithøvundurin Juliet Ashton, skrivar til og fær brøv frá nógvum ymiskum fólkum – hetta er í eini tíð, har postverkið er álitið, og skundboð verða send umvegis fjarrit. Annar heimsbardagi er júst av, og eins og nógvir aðrir onglendingar er Juliet í ørkymlað av krígnum og frælsinum. Hon veit ikki, hvat hon vil, men eitt sjáldsamt brævaskifti gevur so við og við lívinum innihald og rætning aftur.

Av tilvild hevur Dawsey Adams frá Guernsey fingið fatur á adressuni hjá Juliet, og hann skrivar til hennara, tí hann vil hava samband við ein bókahandlara í London. Juliet skrivar aftur, og brævið frá Dawsey hevur eisini gjørt hana forvitna at vita meir um Guernsey og eplatertulesibólkin. Dawsey setir hana í samband við vinfólk síni og aðrar guernseybúgvar, og gjøgnum brævasamskiftið verður søgan søgd um lívið á Guernsey undir og eftir hersetingina. Lesarin fylgir einum tyssi av fólkum har, og samstundis vísir samskiftið, Juliet hevur við gomlu vinir og kenningar sínar í Onglandi, aðrar síður av henni.

Ein jalig bók, sum er ring at leggja frá sær. Tað einasta keðiliga, sum ummælarin veit at siga, er, at Mary Ann Shaffer (1934-2008) ikki hevur skrivað aðrar bøkur.

Mary Ann Shaffer: Guernseys litterære kartoffeltærteklub (2009). 216 síður.

Er bókin ella ljóðbókin tøk?

 
Ein øðrvísi kókibók

Stop spild af madSelina Juul, sum hevur ritstjórnað bókina Stop spild af mad, stovnaði í 2008 brúkararørsluna við sama navni. Hungur er nógvastaðni í triðja heiminum, samstundis sum matur í tonsum verður blakaður burtur í vesturheiminum. Tað kann vera tí, vit keypa ov nógv inn ella falla fyri góðum tilboðum, sum vit kortini ikki brúka. Ein onnur orsøk er, at vit blaka góðar matleivdir burtur, tí vit vita ikki rættiliga, hvussu vit skulu brúka tær.

Endamálið við hesi bókini er at geva hugskot til, hvussu vit á besta hátt gagnnýta matin. Her er ein rúgva av uppskriftum, summar eru einfaldar, meðan aðrar frá ymsum kendum kokkum eru á hægri støði. Samanumtikið er hetta ein upplýsandi og hugvekjandi bók, sum so avgjørt gevur íblástur til leskiligan og góðan mat. Meira um brúkararørsluna og fleiri uppskriftir eru á heimasíðuni www.stopspildafmad.dk.

Stop spild af mad - En kogebog med mere (2011). 188 síður, myndir.

 
Ein kinesisk tikaramamma

Kampråb fra en tigermor

Amy Chua er av kinesiskum uppruna, fødd í USA og gift við einum amerikanskum jøda. Tey eiga tvær døtur, sum Amy hevur gjørt sítt ítasta fyri at uppala eftir kinesiskum traditiónum. Í bókini sigur hon skemtiliga frá, hvussu tað hevur gingist, frá genturnar vóru heilt lítlar, og til tær eru stórir tannáringar, og hon samanber við, hvussu vesturlendingar uppala síni børn.

Genturnar sleppa ikki at sova hjá vinum, og vinkonur sleppa ikki at vitja tær. Tær sleppa ikki at hyggja í sjónvarp ella spæla telduspøl, tær sleppa ikki at velja sær eitt frítíðarítriv, tær skulu vera nummar eitt í flokkinum, og tær skulu læra at spæla eitt ljóðføri, sum skal vera klaver ella violin.
Ein kinesisk mamma rósar ikki barninum, meðan onnur eru til staðar. Genturnar verða spottaðar og kallaðar dovnar, sjálvglaðar, neyðarsligar o.s.fr., um tær ikki standa seg nóg væl.
Tónleikur skal venjast hvønn dag í 2-3 tímar, og Amy undrast á, at vesturlendsk foreldur halda ½ tíma um dagin vera nokk.
Tá yngsta dóttirin verður tannáringur, fer hon tó í hernað móti mammu síni, og tá verður ikki bara kríggj, men atomkríggj, og so noyðist Amy at endurskoða sín uppalingarhátt.

Amy Chua: Kampråb fra en tigermor (2011). 222 síður.

Er bókin tøk?

 
Spennandi lagnusøga

UsynligAdam Walker er ein ungur studentur, sum droymir um at gerast rithøvundur. Í einari veitslu hittir hann ein ríkan professara, Rudolf Born. Hóast Born tykist nakað illgrunasamur, kennir Adam seg smikraðan, at Born vísir honum áhuga, og tá hann bjóðar sær at fíggja eitt tíðarrit, sum Adam skal ritstjórna, tekur hann av. Sambandið við Born gerst heldur órógvandi, tá Adam fær í boði fleiri nætur saman við unnustuni hjá Born. Men summarið 1967 er heitt, og allir møguleikar standa opnir

Seinni er Adam vitni til, at Born drepur ein ungan mann, og tað gerst honum greitt, at Born er til reiðar til hvat sum helst, uttan at tað tykist nerva hann. Adam tekur frástøðu frá honum, men kortini fær Born stóra ávirkan á alt hansara lív.
Bókin er søgd úr ymsum sjónarhornum, ein partur er sagdur av Adami, meðan vinmaður hansara frá studentadøgunum fortelur aðrar partar.

Paul Auster: Usynlig (2009). 345 síður.

Er bókin tøk?
 
Ein ógloymandi ferð í fleiri áratíggjur

Knivens ægTvíburabeiggjarnir Marion og Shiva vaksa upp á einum missións-sjúkrahúsi í Etiopia. Teir eru úrslitið av dramatiska og forbodna sambandinum millum indisku nunnuna, systir Mary, og enska skurðlæknan, Thomas Stone. Mamman doyr í barsilssong, og pápin rýmir, tyngdur av sorg, so beiggjarnir verða uppfostraðir hjá einum læknapari á sjúkrahúsinum.

Tað er Marion, sum sigur søguna. Shiva og hann hava tætt samband, og báðir gerast læknar. Ófriður er í Etiopia, landið er á markinum til kollvelting, men tað er ikki politikkur, sum syndrar sambandið teirra millum. Tað er kærleikin til gentuna Genet, sum Marion er forelskaður í. Genet dámar eisini Marion, men hon fer kortini til Shiva, sum hevur eina meira beinleiðis tilgongd til kærleikslívið.
Marion verður noyddur at flýggja úr heimlandinum, tá hann verður ákærdur fyri at vera við í mótstøðurørsluni. Hann fer til New York og fær starv á einum sjúkrahúsi í fátækrabýlinginum Bronx. Hann arbeiðir hart og roynir at gloyma fortíðina, men hann sleppur ikki undan eini uppgerð.
Ummælini vóru ovurhonds góð, tá ið bókin kom út, og mong hildu hana vera bestu skaldsøguna í 2009.

Abraham Verghese: Knivens æg (2010). 557 síður.

er bókin tøk?

 
<< byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 næsta > endi >>

úrslit 1 - 20 av 206