Internet
Framsýningin í februar er um internet. Har eru bøkur, sum lýsa teir óteljandi møguleikarnar, og aðrar, sum vísa á fyrimunir og vansar.
Framsýningin broytist, so hvørt sum bøkurnar verða læntar
Nýtt á barnabókasavninum
Hesir fýra jassarnir, sum nógv børn óivað kenna úr myndabókum, eru fluttir inn á barnabókasavnið. Nú leingist teimum eftir, at børn koma inn at vitja og klemma teir.
|

Psykologiskt drama
Tá Eva fyllir 56 ár, fær hon eina dagbók, og nú byrjar ein ferð aftur í tíðina, langt burtur frá rósugarðinum, sum hon hjúklar um, og gerandisdegnum saman við manninum Sven. Hon skrivar um barndómin í Stockholm í 1950'unum og 1960'unum, sum var merktur av vánaliga sambandinum við ta køldu, men sjarmerandi mammuna, fyrsta forelskilsið og tann stóra kærleikan. Fleiri viðmæli »

Ein modernað familja
Joni (18) og Laser (15) liva í eini vanligari familju saman við mammum sínum Nic og Jules, sum eru lesbiskar. Børnini ganga í skúla, Nic hevur úr at gera sum lækni, og Jules hevur júst stovnað eitt virki, sum innrættar urtagarðar. Laser er forvitin eftir, hvør pápi hansara og Joni er, og umvegis sáðbankan fáa tey samband við Paul. Mammunum dámar lítið, at pápin kemur upp í leikin, men í vón um, at børnini skjótt síggja, at tey ikki hava tørv á Paul, bjóða tær honum kortini heim til døgurða. Fleiri viðmæli »
|