|
|
|
Filmar
|
Tibby, Carmen, Bridget og Lena eru vinkonur og sera ólíkar í sinni og skinni. Tær hava allar ætlanir fyri summarfrítíðina, men samstundis eru tær harmar, tí at teimum fer at leingjast eftir hvørjari aðrari. Ein dagin, tær eru shoppingtúr, koma tær fram á einar cowboybuksur, sum sita gandakent væl uppi á teimum øllum.
Tær gera av at keypa buksurnar saman og senda tær ímillum sín summarið ígjøgnum saman við eini frágreiðing um, hvat hevur verið buksunum fyri. Í filmunum fáa vit hesa ferðafrásøgnina hjá buksunum. Filmarnir eru fyri ein part tiknir upp á griksku oynni Santorini, sum nógvir føroyingar kenna. The sisterhood of the traveling pants 1+2 (2005+2008). 1 tími 53 minuttir hvør.
Bókasavnið hevur eisini bøkurnar handan filmarnar: Ann Brashares: Fire piger, et par jeans (2002) Piger i jeans, den anden sommer (2004) Piger i jeans, den tredje sommer (2005) Piger i jeans, den sidste sommer (2007) |
|
Tann vanliga myndin, vit síggja av bretsku drotningini Victoriu (1819-1901), er av eini eldri, strangari kvinnu, men hesin filmurin er um hennara ungu ár. Í 1837 lá kongurin William, ið var pápabeiggi hennara, fyri deyðanum, og av tí at Victoria var einasti livandi arvingur í næsta ættarliði, stóð hon til at arva trúnuna. Nógv vóru til reiðar at stríðast fyri at fáa ávirkan, og tí var hon undir stórum trýsti, bæði frá næstringum og embætisfólki.
Men Victoria megnaði at vísa øllum aftur og helt fast við, at tað var hon, sum var drotning. Fleiri vóru eisini, ið buðu seg fram at giftast við henni. Týskarar vildu eisini hava ávirkan og sendu ein ungan prins, Albert, til bretska hovið, men tá Victoria seinni giftist við Alberti prinsi, var tað ikki av strategiskum orsøkum, men av kærleika. Hóast tey fyrstu árini ikki vóru uttan trupulleikar, livdu tey lukkuliga saman og fingu 9 børn. Longu sum 42 ára gamal doyði Albert, men Victoria var sitandi á trúnuni í meira enn 63 ár. The young Victoria (2008). 1 tími 40 minuttir. |
|
Filmurin byggir á eina bók, sum ein týsk kvinna skrivaði um upplivingar sínar í Berlin seinastu mánaðirnar áðrenn krígslok í 1945. Kvinnan vildi vera ónevnd og kallaði seg tí Anonyma. Reyði herurin hevur tikið valdið í Berlin, og russisku hermenninir halda seg hava rætt at neyðtaka konufólkini. Eisini Anonyma verður neyðtikin fleiri ferðir og heitir á yvirmenninar um at steðga neyðtøkunum, men har er eingin hjálp at fáa.
So tekur hon ta avgerð, at tá hon ikki sleppur undan at verða neyðtikin, vil hon ið hvussu er sjálv avgera, hvørjum hon skal vera saman við. Hon velur tí ein sovjetiskan yvirmann, sum hevur makt og kann verja hana. Soleiðis fær hon kensluna av ikki at vera offur, men at hava eitt ávíst ræði á kaotisku støðuni, og spakuliga mennist eitt band millum hana og mannin. Hóast fólk eftir kríggið kendu støðuna hjá kvinnunum, vendu tey blinda eygað til, og bókin skapti tí stóra øsing og fekk kaldliga móttøku, tá hon kom út í 1959. Ónevndi rithøvundurin gjørdi tí av, at bókin ikki skuldi koma út aftur fyrr enn aftan á deyða hennara.
Anonyma – Eine Frau in Berlin / A Woman in Berlin (2008). 2 tímar 11 minuttir.
|
|
Hetta er ein endurgerð av filminum frá 1957, ein rættur western-klassikari, sum fer fram í Arizona síðst í 1800-talinum. Ben Wade (Russel Crowe) er tiltikin lógleysur og leiðari av einum banda, sum leingi hevur herjað tokini. Ein dagin verður hann fangaður, og Dan Evans (Christian Bale), sum saman við familjuni roynir at reka ein garð í oyðimørkini, átekur sær at fylgja Wade til tokið og harvið forvinna nokk til, at tey kunnu yvirliva.
Tað er tokið 3:10 til Yuma, sum skal koyra Wade til rættarmál og revsing. Beint í hølunum á teimum eru fólkini hjá Wade, sum alla tíðina royna at fáa hann leysan, og tað ger ikki støðuna hjá Evans betri, at tannáringasonurin William eisini er komin aftaná teimum, tí hann hevur ikki álit á, at pápin klárar uppgávuna einsamallur. Serliga er tað psykologiska spælið millum teir tríggar, har báðir teir vaksnu menninir royna at ávirka William og fáa han at síggja upp til sín, sum er áhugavert. 3:10 to Yuma (2007). 1 tími 47 minuttir.
|
|
My fair lady – ein klassiskur sangleikur |
|
Henry Higgins er ein heldur snobbutur professari í málfrøði, sum av tilvild hittir ta ungu Elizu Doolittle, sum selur blómur á gøtuni. Hon er heldur ótrivalig, og hennara málburður er ikki júst tann vakrasti. Higgins veddar við vinmannin Pickering upp á, at hann upp á eitt hálvt ár kann broyta gøtugentuna Elizu til eina rættiliga damu og ikki minst læra hana at tosa vakurt enskt mál. Hann leggur lív og sál í sína verkætlan, men fer tað at eydnast, og man hann fara at sakna hana, tá málið er rokkið?
Audrey Hepburn er sera hugtakandi sum Eliza, meðan Rex Harrison er professarin, sum má brynja seg við toli. Góður tónleikur og sangur eins og vakrir búnar gera filmin til nakað heilt serligt. Filmurin er gjørdur í 1964 og vann 8 Oscars umframt fleiri aðrar filmsvirðislønir. Sangleikurin við sama heiti, sum filmurin byggir á, er eftir Alan Jay Lerner og Frederick Loewe, og heilt frá byrjanini á Broadway í 1956 fekk hann framúr góða móttøku og verður enn spældur runt um í heiminum. Søgan aftan fyri filmin og sangleikin er sera áhugaverd, og tí er eisini vert at hyggja at eykatilfarinum, sum fylgir við hesi dvd-útgávuni. My fair lady (1964). 2 tímar 46 minuttir.
|
|
Fantasy-/ræðufilmur fyri børn |
|
Coraline flytur við foreldrunum til eini stór, gomul hús, men tey hava ikki tíð at taka sær av henni, so hon má undirhalda seg sjálva við at kanna stóra húsið og undarligu nábúgvarnar.
Ein dagin finnur hon eina lítla hurð inn til eina verð, sum líkist akkurát henni, sum hon kemur frá, burtursæð frá, at øll hava knappaeygur. Foreldrini við knappaeygum hava góða tíð og umsorgan fyri Coraline, og hon heldur, at hon er endað í síni egnu dreymaverð. Men skjótt varnast hon, at hetta meira líkist einum marrudreymi. Coraline og den hemmelige dør (2008). 1 tími 37 minuttir.
|
|
Filmurin er um ta víðagitnu greivinnuna Georgianu av Devonshire, sum bert 16 ára gomul giftist við William Cavendish, sum var væl eldri enn hon. Hann var kaldur og stívrendur og elskaði hundar sínar hægri enn ungu konu sína. Hetta hevði við sær, at hon fekk sær ein elskara, sum hon seinni fekk eina dóttur við.
William hevði gift seg við henni einans við tí fyri eyga at fáa ein arving, og tá ið hetta ikki eydnaðist, tók hann sær eina elskarinnu. Til stóra sorg fyri Georgianu var hetta besta vinkona hennara, Lady Bess Foster, og tí livdi hon størsta partin av lívi sínum uttan fyri heimið i tráan eftir kærleika. Filmurin vann ein Oscar fyri vakrastu klædnabúnar.
The Duchess (2009). 1 tími 46 minuttir. |
|
Spennandi filmur um ein yvirgangsbólk |
|
Í 1970’unum var yvirgangsbólkurin Baader-Meinhof ofta við til at skapa stórar yvirskriftir í fjølmiðlunum. Hesa tíðina vóru javnan mótmælisgongur, m.a. í sambandi við vietnamkríggið, og í Berlin vaks ein rørsla fram sum mótmæli móti harðskapinum hjá politinum og kúgandi samfelagsviðurskiftum yvirhøvur.
Nøkur úr hesi nýggju rørsluni stovnaðu yvirgangsbólkin Rote Armee Fraktion, sum lá ytst úti á vinstravonginum. Fíggindin var kapitalisman og vápnið yvirgangur. Hjá limunum í bólkinum var alt annað skúgvað til viks, familja, børn og eitt vanligt lív. Tey kendastu í bólkinum vóru tey trý, Ulrike Meinhof, Gudrun Ensslin og Andreas Baader. Limirnir framdu blóðug álop á bankar og sendistovur, flográn, burturflytingar og morð fóru fram um alt Europa, men til endans eydnaðist tað løgregluni at fanga tey fremstu í rørsluni. Men meðan tey sótu í fongsli, vóru onnur, sum hildu fram við yvirganginum. Aftan á fá ár í fongslinum gjørdi fyrst Meinhof og síðani Ensslin og Baader sjálvmorð. Filmurin byggir á bókina Rote Armee Fraktion, sum blaðstjórin á der Spiegel, Stefan Aust, hevur skrivað. The Baader-Meinhof complex (2009). 2 tímar 24 minuttir. Bókasavnið eigur eisini bókina Rote Armee Fraktion (2008).
|
|
Il Postino - Søga um vinalag og kærleika |
|
Kilenski yrkjarin Pablo Neruda býr í síni útlegd á einari oyggj í Miðjarðarhavinum. Her møtir hann tí smædna og einfalda Mario Ruoppolo, sum gerst postboð hjá yrkjaranum, og teirra millum stendst eitt vinalag.
Vinalagið styrkir um sjálvsvirði hjá postmanninum, orðatilfeingi hansara veksur og gerst sera poetiskt. Hetta gevur honum dirvi at seta seg samband við kvinnuna, hann er púra burtur í. Ein vakur og stillur filmur, upptikin í friðsælum umhvørvi og við vøkrum tónleiki. Il postino (1994). 1 tími 44 minuttir. |
|
Fornemilsi hjá frøken Smillu |
Í 1992 gav danin Peter Høeg út bókina ”Frøken Smillas fornemmelse for sne”. Bókin var sera væl umtókt og varð eisini umsett til fleiri mál. Í 1997 kom filmurin, bygdur á skaldsøguna, við Bille August sum leikstjóra og enskttalandi sjónleikarum, vendur móti stóra, útlendska marknaðinum, og nú er hann komin á dvd.Tað fyrsta, ið er at siga um filmin, er, at hann sera neyvt fylgir søgugongdini í bókini. Søgan er um ta hálvgrønlendsku Smillu, sum ikki vil góðtaka, at tað er eitt óhapp, at ein lítil grønlendskur drongur dettur av eini tekju og doyr. Hon fylgir slóðini til Grønlands, har okkurt duldarfult er farið fram á staðnum, haðani drongurin er, og hetta endar við eini uppgerð, har Smilla eisini kemur í vanda. Hetta er sostatt ein klassiskur thrillari à la Hollywood, har tey góðu berjast móti teimum óndu, og filmurin varð eisini kritiseraður fyri ikki at vera stórt meira enn tað. Hinvegin er hann væl gjørdur og væl spældur, og náttúrumyndirnar úr Grønlandi eru framúr. Høvuðsleiklutirnar spæla: Julia Ormond, Gabriel Byrne og Vanessa Redgrave. Smillas sense of snow (1997). 2 tímar. |
|
Filmurin byrjar í Týsklandi í 1958. Tann 15 ára gamli Michael Berg gerst knappliga sjúkur á veg heim úr skúla, men ein fremmand kvinna tekur sær av honum og syrgir fyri, at hann kemur heim. Hann hevur skarlaksfepur, og tá í tíðini vóru bestu ráðini sjúkralega í fleiri mánaðir. Tá Michael er vorðin frískur aftur, fer hann við blómum at takka kvinnuni, sum hjálpti honum. Hóast aldursmunurin er stórur, so tekur seg upp eitt heitt ástarsamband teirra millum, og tað fær stóran týdning fyri tann unga Michael. Kvinnan eitur Hanna Schmitz, og henni dámar so væl, tá Michael á vitjanum sínum lesur úr heimsbókmentunum fyri henni, men knappliga ein dagin er hon horvin.
Michael fer at lesa løgfrøði, og í samband við lesnaðin skal hann fylgja einum rættarmáli. Stórur er hvøkkurin, tá tann høvuðsákærda er Hanna, sum hevur verið vaktarfólk í Auschwitz og fær lívlangt fongsul. Michael minnist aftur á, hvussu væl henni dámdi hansara upplestur og fer at senda henni bond, har hann sjálvur hevur lisið inn bøkur. Hanna hevur eisini eitt annað loyndarmál, hon er analfabetur, men í fongslinum lærir hon seg at lesa við hjálp frá innlisnu bondunum hjá Michael og bókum úr fongsulsbókasavninum. Tey hittast aftur, beint áðrenn hon verður leyslatin, men alt gongur ikki sum væntað. Hetta er ein filmur um at gera upp við sína fortíð, um skuldarkenslur, ábyrgd og fyrigeving. Kate Winslet fekk fleiri virðislønir fyri sín leiklut sum Hanna Schmitz, men týski sjónleikarin David Kross sum tann ungi Michael er eisini verdur at leggja merki til. Filmurin byggir á skaldsøguna Der Vorleser (Højtlæseren) eftir Bernhard Schlink. The Reader (2008). 1 tími 59 minuttir. |
|
Brian verður dripin heilt meiningsleyst, og eftir situr konan Audrey við tveimum børnum, 6 og 10 ára gomlum. Besti vinmaðurin hjá Brian síðani barndómsárini var Jerry, sum roynir at koma burturúr rúsevnismisnýtslu. Hóast Jerry var langt úti og tók heroin, helt Brian altið sambandið við líka, eisini sjálvt um Audrey ikki dámdi, at hann vitjaði Jerry.
Tá Audrey varnast, at Jerry roynir at gerast rúsevnisfríur, bjóðar hon honum at búgva hjá teimum. Børnini gerast skjótt góð við Jerry, men tað var ikki ætlanin hjá Audrey, at hann skuldi taka plássið hjá pápanum. Sorgin hjá Audrey, sett upp ímóti bardaganum hjá Jerry at fáa eina vend í lívinum, er hjartanemandi. Things we lost in the fire (2007). 1 tími 53 minuttir. |
|
Ein turkiskur politikari, sum er uppstillaður til valið, er orsøk til, at ein maður doyr í eini ferðsluvanlukku. Hetta kemur illa við, og tí fær hann bilførara sín at átaka sær skyldina aftur fyri góða samsýning. Bilførarin, sum hevur konu og ein vaksnan son, fer inn at sita. Men familjan hevur brúk fyri pengum, og tá tá konan fer til politikaran, endar tað við, at hon fer at fríggja við honum.
Sonurin fær kunnleika til hetta, men maðurin veit av ongum. Hann varnast kortini skjótt, at alt ruggar ikki rætt, men samskiftið í familjuni gongur trekt, tað eru ikki tey nógvu orðini, ið verða søgd. Nuri Bilge Ceylan hevur gjørt filmin, og tað eru ikki tær dramatisku hendingarnar, sum eru í miðdeplinum, men spenningurin liggur meira í eygleiðingunum av persónunum, teirra andlitsbrái og kropsburði. Tre aper (2008). 1 tími 45 min. |
|
Hetjan, ið bjargaði túsundtals jødum |
|
Svenska hetjan Raoul Wallenberg bjargaði undir seinna heimsbardaga túsundtals menniskjum undan deyða og píning. Hann varð áhaldandi hóttur eftir lívinum, og í endanum á krígnum eydnaðist tað russum at taka hann til fanga, og einki frættist aftur frá honum.
Hesin filmurin snýr seg um tær síðstu vikurnar í lívi Wallenbergs, meðan hann er staddur í Budapest frá jólum 1944 til januar 1945. 65.000 menniskjur eru innistongd í jødabýlinginum og síggja sær onga vón. Ræðsla og ruðuleiki valda, og Raoul Wallenberg sær onga gongda leið úr ræðuleikunum. Allar menniskjaligar snildir tykjast at vera til fánýtis, tá ræður um at samráða seg burtur úr hesi truplu støðu. Hvussu skal tað eydnast honum at bjarga øllum? God aften, herr Wallenberg (1990). 1 tími 56 minuttir. |
|
The No 1 ladies' detective agency |
Høvuðspersónurin í filminum er Precious Ramotswe, sum er ein einlig kvinna í bestu árum. Hon arvar hús og fenað frá pápa sínum, og hvat er so at gera? Jú, hon selir alt og flytir inn til býin, har hon stovnar eina detektivstovu. Hennara detektivarbeiði er ikki, sum vit kenna tað frá mongum øðrum krimisøgum, men við menniskjakunnleika og snildi avdúkar hon m.a. ótrúskap og lygnir.Filmurin byggir á skaldsøgu eftir Alexander McCall Smith, ið hevur skrivað eina røð av bókum um Precious og hennara detektivstovu. Filmur og bøkur lýsa eina síðu av afrikanska landinum Botswana, sum vit kanska ikki hoyra so nógv um. Precious Ramotswe er ein lívsglað og sterk kvinna, sum elskar sítt land og fólkið har býr, og í hennara gerandisdegi eru nógvar stuttligar og litríkar hendingar. Damenes detektivbyrå (The No 1 ladies' detective agency) (2008). 1 tími 45 minuttir. Bókasavnið eigur bøkurnar og hevur eisini onkrar sum ljóðbøkur. |
|

Ikki er so langt síðan, at tað endliga bar til at fáa fatur á gomlu filmunum um Gøg & Gokke á dvd - ella Laurel & Hardy, sum teir upprunaliga eita. Og tað er í tøkum tíma, um yngsta ættarliðið skal hava møguleika at koma at kenna hesar skemtiligu fýrar, sum vóru so vælumtóktir hjá øllum aldursbólkum fyri 30-40 árum síðan og væl fyri tað. Men nú ber so til at síggja filmarnar á dvd, og hóast teir eru svart-hvítir og dygdin ójøvn, kunnu teir enn fáa okkum tilkomnu at flenna - og kanska yngra ættarliðið við? Stan Laurel & Oliver Hardy collection (2008). 5 dvd-fløgur. |
|
Amerikanskt frísinni og enskt afturhald |
|
Filmurin fer fram í Onglandi í 1920’unum. Tann ungi Ben Whittaker, sum er arvingi til eitt stórt góðs í Onglandi, verður sera hugtikin av tí vøkru, amerikonsku Laritu, og áðrenn langt um líður, eru tey gift.
Hann bjóðar henni heim at vitja familjuna á góðsinum í Onglandi, og hetta gerst ein sannur mentanarsamanbrestur millum ta frísinnaðu Laritu úr Detroit og familjuna í konservativu, ensku yvirstættini. Ikki minst verður hetta eitt stríð millum Laritu og vermóðurina, sum stýrir øllum við harðari hond. Hetta er ein undirhaldandi filmur, merktur av humor og speisemi. Høvuðsleikarar eru Jessica Biel, Ben Barnes, Colin Firth og Kristin Scott Thomas. Filmurin byggir á ein sjónleik eftir kenda enska høvundin Noel Coward Lett på tråden (Easy virtue, 2008). 1 tími 33 minuttir. |
|
Sara, 17 ár, livir eitt at síggja til lukkuligt lív í einari trúgvandi familju við mammu, pápa og tveimum yngri systkjum. Tey fylgja boðunum hjá teimum elstu í Jehova Vitni heilt og fult, men rivur koma í vøkru myndina, tá pápin fortelur, at hann hevur verið ótrúgvur. Hóast tey 3 børnini bøna mammuna um at fyrigeva pápanum, so vil hon skiljast, og børnini velja so at verða hjá pápanum.
Alt broytist tó aftur, tá Sara møtir Teis og verður forelskað, tí nú kemur hon í eitt ræðuligt dilemma. Um hon velur at fylgja sínum hjarta og Teis, so missir hon sambandið við sína familju og vinir. Niels Arden Oplev hevur instruerað filmin, sum byggir á eina veruliga søgu. To verdener (2008). 1 tími 48 minuttir. |
|
Filmurin fer fram á einum katólskum skúla í New York í 1964. Skúlin verður stýrdur við harðari hond av systir Aloysius, meðan tann framburðarsinnaði presturin, Flynn, heldur hana vera ov stranga og er meira menniskjaligur og vinaligur við næmingarnar.
Serliga roynir hann at hjálpa tí fyrsta litta næminginum á skúlanum, Daniel, men tá fær tann unga lærarinnan, systir James, illgruna um, at Flynn er betri við drongin, enn gott er. Systir Aloysius er sannførd um, at illgrunin er grundaður, men systir James ivast, og tað gert tú eisini sum áskoðari. Er presturin pedofilur, ella vil Aloysius bara sleppa av við hann? Filmurin byggir á ein sjónleik, sum John Patrick Shanley hevur skrivað, og hann hevur eisini gjørt handritið til filmin og leikstjórnað. Meryl Streep og Philip Seymour hava høvuðsleiklutirnar sum Aloysius og Flynn. Doubt (2008). 1 tími 46 minuttir. |
|
Ungi bóndasonurin Claude Bukowski kemur í 60'unum til New York at melda seg í herin, hann ætlar sær til Vietnam í kríggj. Á veg hagar hittir hann í Central Park ein bólk av hippiarum, og hann gerst væl við Berger, pasifistiska leiðaran í bólkinum.
Claude verður eisini heilt bergtikin av einari ungari gentu, sum saman við øðrum kemur ríðandi á rossabaki. Hann fer saman við Berger og hinum í bólkinum óboðin í veitslu hjá hesi ungu, ríku gentuni fyri at siga henni, hvussu góður hann er blivin við hana. Tey verða ikki væl mótikin, løgreglan verður boðsend, og tey enda øll í fongsli. Berger og vinfólkini vilja ikki hava Claude at fara til Vietnam og fyri at forða honum í at fara avstað, koyra tey øll til herstøðina í Nevada, har hann er í venjingarlegu. Tey hitta hann har, men hetta fær tíverri álvarsligar avleiðingar fyri tey øll. Filmsleikstjórin Milos Forman filmatiseraði kenda og sera væl umtókta sangleikin.
Hair (2001, uppr. 1979). 1 tími 55 minuttir. |
| << byrjan < fyri 1 2 3 4 næsta > endi >>
| | úrslit 1 - 20 av 64 |
|