|
|
|
Bøkur
|
Ein óvanligur hotellstjóri |
|
Undir borgarakrígnum í Rwanda í 1990-árunum var Paul Rusesabagina hotellstjóri á einum av landsins bestu altjóða hotellum. Hann hevði arbeitt seg upp frá at vera ein vanligur bygdadrongur, og gjøgnum arbeiði sítt var hann komin at kenna nógv ymisk fólk í rwandiska samfelagnum og uttanlands. Tá ógvisligi ófriðurin brast á millum hutuar og tutsiar, gjørdist hotellið hjá Paul ein flóttafólkalega, og hann gjørdi alt fyri at verja hesar "gestir" sínar.
"En helt almindelig mand" er frásøgn Pauls um, hvussu hann við vinatænastum, peningi og eydnu megnaði at verja fleiri enn 1200 fólk. Ein spennandi sjálvsævisøga, sum er ring at leggja frá sær, fyrrenn seinasta síðan er lisin. Paul Rusesabagina: En helt almindelig mand (2007). 217 síður. |
|
Hugvekjandi søga úr London |
|
Michel Faber, ið er føddur í Hollandi og uppvaksin í Avstralia, men hevur búð meginpartin av lívinum í Skotlandi, er ein tann mest spennandi og fjølbroytti bretski rithøvundin í dag. Allar skaldsøgur hansara, harav fýra eru týddar til danskt, eru heilt ymiskar í stíli, og av hesum man tann 920 síður langa Den røde blomst, den hvide blomst roknast sum høvuðsverkið.
Søgan gongur fyri seg í London í 1870’unum, har tann 19-ára gamla Sugar arbeiðir á skøkjuhúsi. Hon tráar eftir einum betri lívi, og tá tann ríki William Rackham gerst bergtikin av henni, sær hon sær ein møguleika. Sugar er ikki bert ein vanlig skøkja, men eisini ein gløgg, ung kvinna við nógvari vitan, sum er ill um ússaliga lívið, sum hon og medsystrar hennara mugu taka til takka við í slumminum. Den røde blomst, den hvide blomst fangar frá fyrstu síðu og er ein vælskrivað, hugvekjandi og stak undirhaldandi skaldsøga, har munurin millum rík og fátæk og vesaladømi og neyð í London hesa tíðina eru sera rámandi lýst. At bókin er so long er einans eitt pluss. Michel Faber: Den røde blomst, den hvide blomst (2004). 920 síður. |
|
Um alt tað, tú hevði gloymt, at tú mintist – ein ferð aftur í 70’ini og 80’ini |
|
Bøkurnar eru bygdar yvir sama leist sum tann fyrsta um 1960’ini (2007) og lýsa í orðum og eini rúgvu av litmyndum gerandislívið og barna- og ungdómsmentanina hesi bæði tíðarskeiðini.
Í 70’unum var alt so brúnt og appilsingult, nýggja kvinnurørslan var í hæddini, og eitt nýtt uppfinnilisi var Soda Stream-maskinan til heimagjørt sodavatn. Í 80’unum var fitness og workout í hæddini og hevði við sær mótan við leggøldum og pannubondum, og so fingu vit eisini so smátt teldur, fartelefonir og fløgur.
Stuttligar og áhugaverdar bøkur, bæði fyri tey, sum upplivdu tíðina, og børn og ung í dag, sum vilja vita, hvussu tað var “fyrr í tíðini”. Ove Dahl: Tilbage til 70'erne (2008). 208 síður. Ove Dahl: Tilbage til 80'erne (2009). 208 síður. |
|
Tá ið Deyðin tosar, er best at lurta |
|
Søgan fer fram í Týsklandi undir 2. heimsbardaga. Høvuðspersónurin er Liesel, 9 ár. Hon og lítlibeiggin eru í byrjanini av bókini á veg til eina fosturfamilju, men lítlibeiggin doyr, og við grøvina hjá honum stjelur Liesel sína fyrstu bók. Hon dugir ikki at lesa enn, men nýggi fosturpápin, sum er fittur og góður við hana, lærir hana at lesa.
Tað er ikki Liesel, sum sigur søguna, men Deyðin, og tað er óhugnaligt, men ikki uttan hita og humor. Øll vita, at milliónir av fólki vóru dripin undir krígnum, men tá tú ert í gasskamarinum saman við honum, sum skal heinta sálirnar, so er tað uppaftur meira ræðuligt. Deyðanum dámar ikki alt eyka arbeiðið, hann fær. Markus Zusak: Bogtyven (2007). 566 síður. |
|
Hugnalig bók um lívsins stóru spurningar |
|
Mitt í Paris er eitt hús við marglætisíbúðum, har rík fólk búgva. Renée, sum er í fimtiárunum og portnirska, eygleiðir tað mangan innihaldsleysa lívið hjá fólkunum í húsinum. At síggja til svarar hon væl til fordómarnar, sum fólk hava um eina kvinnu í hennara støðu, gomul, feit og sjónvarpsnarkomanur.
Men tey vita ikki, at hon er ógvuliga áhugað í list, heimspeki, tónleiki og bókmentum, og hon vil heldur ikki hava, at tey skulu varnast tað. Í einari av íbúðunum býr Paloma, sum er 12 ár og ógvuliga gløgg. Hon heldur ikki, at lívið hjá teimum vaksnu er serliga lokkandi og ætlar at gera enda á sær tann dagin, hon fyllir 13. Hesir báðir persónarnir skiftast um at fortelja, men ikki fyrr enn ein ríkur japanari flytur inn, koma tær rættiliga at kennast, og vinalagið við hann fær stóran týdning fyri tær báðar. Muriel Barbery: Pindsvinets elegance (2009). 376 síður. |
|
Stór ættarskaldsøga úr Noregi |
|
Søgan er um eina familju í trý ættarlið og fevnir um meginpartin av 20. øld. Elsta ættarliðið livir frá hondini í munnin. Pápin er til skips um summarið og fæst við ymiskt fyrifallandi um veturin, og tá støðan er ringast, er hann noyddur at lata tvey av børnunum fara út til onnur at vera.
Hann er sosialistur og vónar, at kollveltingin skal geva teimum betri kor. Næsta ættarlið setur eina æru í gera sítt arbeiði til lítar, og so við og við batna korini, livihátturin broytist, og kvinnurnar fara út á arbeiðsmarknaðin. Tey ungu, sum koma næst, uppliva ungdómsuppreisturin og alt tað frælsi, sum hann hevði við sær við fríum kærleika og rúsevnum í umfari. Foreldrini gjørdu tað møguligt hjá teimum at koma burtur úr arbeiðarastættini upp í miðalstættina, men tey ungu venda virðunum hjá eldra ættarliðnum baki. Bókin er ein frálík lýsing av menningini hetta tíðarskeiðið, og viðurskiftini eru ikki so ólík okkara. Roy Jacobsen: Sejrherrerne (1992). 491 síður. |
|
Hannibal, Vitello og øll hini hjá Kim Fupz Aakeson |
|
Tá ið tú lesur barnabøkurnar hjá Kim Fupz Aakeson, kann alt henda. Hundar tosa, sjórænarar flyta inn, børn avgera at flyta inn til grannan, munnurin hjá tær sigur eitthvørt, sum tú ikki sjálv hevði ætlað tær at sagt o.m.a. Søgurnar hava aloftast eisini eitthvørt at siga børnunum, tey kenna seg aftur í teimum á stuttligan hátt.
Á føroyskum er útkomnar tvær av bókum hansara til børn. Mamma er um ein smádrong, sum býr einsamallur saman við mammu síni. Mamman er sera tjúkk og dugir sær ikki hógv við mati, og hetta er sera flóvisligt fyri hann. Drongurin flytur tí at enda inn til grannakonuna, sum er kløn og smørt. Har er sera spennandi, men tá drongurin er komin í song inni hjá nýggju mammuni, gongur upp fyri honum, at best er at vera heima hjá røttu mammu síni. Hannibal og horvni hundurin er útkomin í røðini Krabbabøkur, ið eru lættlesiligar bøkur til børn. Hannibal fær ein hund, sum dugir at tosa. Hetta varnast onkur og stjelur hundin. Hannibal og familjan gerast rættir detektivar og fara út at leita eftir hundinum. Á donskum hevur bókasavnið nýliga keypt fleira av bókunum um Vitello. Vitello, sum býr einsamallur saman við mammu síni, upplivir mangt og hvat. T.d. ynskir hann sær í tí einu bókini ein vin. Hann fer so at grava eitt hol, so hann kann fanga ein vin. Ein nýggjan vin fær hann, men hann fangar hann ikki í felluni. Í eini aðrari søgu er hann sera keddur um ikki at kunna fortelja søgur um pápa sín eins og hinir dreingirnir. Vitello uppfinnur sær so ein pápa, og hetta gongur fínt, til hinir dreingirnir krevja at síggja henda góða pápa - enn einaferð kemur Vitello væl frá tí. Kim Fupz Aakeson  |
|
Helene var bara 16 ár, tá hon í 1988 valdi at fara í kleystur í Danmark. Hon er av katólskari ætt og ein heilt vanlig ung genta, sum gongur í studentaskúla, hyggur at dreingjum og hevur fastan sjeik. Men tilveran sum nonna dregur hana so mikið nógv, at hon má fara tann vegin.
Høvuðsorsøkin til, at hon velur at gerast nonna, er tann karismatiska móðir Benedikta, sum hevur stóra ávirkan á hana. Men so við og við broytist móðir Benadikta til at verða ísakøld og maktsjúk. Helene var nonna í 14 ár, áðrenn hon meldaði seg út. Í dag býr hon í Svøriki, er gift og eigur tvey børn. Ein fín lýsing av einum øðrvísi lívi og tilveruni í einum kleystri á okkara døgum. Bókin elvdi til kjak í donsku miðlunum, tá hon kom út, tí sjálvt um Helene lýsir kleysturlívið við kærleika og samhuga, so finst hon eisini at. Helene Hägglund: Nonne tur/retur - magt og afmagt bag klostermurene (2009). 254 síður.
|
|
Mammuleikluturin gjøgnum øldir |
|
Danski rithøvundurin Suzanne Giese, sum eisini er kend fyri sítt virksemi í donsku kvinnurørsluni, hevur skrivað eina sera áhugaverda bók um, hvussu mammuleikluturin er vorðin tulkaður til ymsar tíðir. Vit halda kanska, at hann altíð hevur verið tann sami, men so er ikki. Skiftandi sosialar umstøður, mentanarrák, vísindi og vitan hava verið avgerandi fyri, hvat samfelagið hevur mett vera eina góða mammu.
Bókin Moderskab er ein mentanarsøga, sum lýsir ymisku familjumynstrini hjá høgum og lágum, líka frá gamla Grikkalandi og til okkara tíð. Høvuðsdenturin er lagdur á at lýsa leiklutin hjá mammunum, men hesin er sjálvandi torførur at lýsa uttan eisini at viðgera leiklutin hjá pápunum. Samstundis verður eisini sagt frá, hvørji uppvakstrarkor børn hava havt – frá at vera arbeiðsmegi til ”curlingbørn”, sum ongar forðingar skulu hava. Suzanne Giese: Moderskab. En rejse gennem moderskabets kulturhistorie (2004). 295 síður, myndir. |
|
Hevur tú lisið Douglas Adams: The Hitchhiker's guide to the Galaxy ella á donskum: Blafferens galaxeguide, so er nú komin ein 6. partur. Rithøvundurin Eoin Colfer, sum eisini skrivaði Artemis Fowl, hevur nú gjørt bind 6 í stuttligu science fiction-røðini liðugt.
Ætlanin hjá Douglas Adams var, at ein 6. partur skuldi skrivast, men hann doyði av einum hjartatilburði í 2001, áðrenn bókin var liðug. Familjan helt, at bókin skuldi skrivast, sum Adams hevði ynskt tað, og tey lótu Colfer stakkin av notatum, sum Adams longu hevði gjørt. Vogonarnir, sum eru alheimsins triðvánaligastu yrkjarar, hava sett sær fyri, at nú skal jørðin aftur oyðast, og hesa ferð skulu tað vera allar versiónir, so arbeiðið verður fullgjørt. So vit hitta aftur Arthur Dent, Ford Prefect, Trillian, Random og sjálvandi Zaphod Beeblebrox í rúmdarskipi sínum. Eoin Colfer: Og noget andet er – (2009). 318 síður.
|
|
Bókin fer fram í tí krígsherjaða Afghanistan, har ymiskir bólkar berjast í gøtunum, og hermenn fara harðliga fram. Ein kvinna situr uppi yvir manninum, sum liggur uttan vit, og meðan hon situr, tosar hon við hann og sigur frá, hvussu hon hevur upplivað tilveruna, hjúnalagið og lívið saman við børnunum.
Ein dagin troka tríggir vápnaðir menn seg inn í húsini og fyri ikki at verða neyðtikin, sigur hon seg vera skøkja. Teir fara frá henni við andstygd, tí hon er órein, men tá ein av teimum dagin eftir kemur aftur at keypa hennara tænastur, letur hon sær eftirlíka. Eisini sambandinum við hermannin sigur hon manninum frá uttan at vita, um hann er førur fyri at hoyra og fata tað, hon fortelur. Bókin er ein av teimum nógvu, sum hesi árini koma um viðurskiftini í islamiskum londum, og hetta er søgan um frígeringina hjá einari kvinnuni í einum samfelag, har menninir hava alt valdið. Atiq Rahimi: Den tålmodige sten (2009). 136 síður. |
|
Bókin Kometen gevur eina nágreiniliga og hugtakandi mynd av stríðnum hjá Barak Obama at gerast valevni hjá demokratunum til amerikanska forsetavalið í 2009. Serfrøðingar meta hetta vera tað mest óvæntaða úrslitið í fleiri ættarlið. Eingin kundi siga frammanundan, at Barak Obama, tann einasti litti limurin í Senatinum, fór at vinna á favorittinum Hillary Clinton.
Obama hevði í fleiri ár arbeitt við at fáa littar minnilutabólkar at taka lut í samfelagsarbeiði, so tey sjálv kundu royna at broyta sína sosialu støðu. Hesar royndir brúkti hann til at skapa nýggjar strategiir og at fáa nýggj amboð at arbeiða við. Serstakliga samskipanin av sjálvbodnari peningainnsavnan og nýtslan av sosialum netverkum á internetinum, har fólk júst sum á Facebook, kundu gera sín egna profil, fáa vinir og bjóða til ymisk tiltøk, gav ótrúliga framgongd. Kometen gevur eina løtumynd av USA og eina fatan av tí megi, Obama hevði at draga fólk til sín, og orsøkini til, at hansara hugsjón bæði var snild og og einføld. Martin Burcharth: Kometen (2008). 271 síður. |
|
Leitingin eftir sannleikanum |
|
Í 1626 rýmir tann ungi Kimber heimanífrá, tí hann trýr, at hann hevur dripið pápan. Hann ferðast runt í einum krígsmerktum Evropa í fleiri ár. Ruðuleiki er bæði rundan um hann og innan í honum.
Men ein dagin finnur hann eina bók. Teksturin sigur honum einki, hetta er eitt handrit á latíni, men bókin er full av illuminatiónum – myndum, sum eru gjørdar í og rundan um tekstin. Bókin broytir lív hansara. Í staðin fyri at renna undan ferðast hann nú runt og leitar eftir svarinum upp á teir spurningar, bókin reisir, og hann fær eisini greiðu á, hví pápin doyði. Kurt Aust: Kaos og øjeblikkets renhed (2009). 174 síður. |
|
Rík kvinna tekur sær av skaddum manni |
|
Aftan á eina ferðsluvanlukku verður ein ungur maður, sum arbeiðir sum pornosjónleikari, illa brendur. Tað einasta, hann hugsar um, er at gera av við seg, tá hann verður so birgur. Men ein kvinna, sum er sálarsjúklingur á sama stað, fer nú at taka sær av honum. Hon fortelur honum, at tey bæði hava havt eitt dramatiskt lív saman í Týsklandi í miðøldini, og at tey eisini í hesum lívi hava eina uppgávu saman.
Hetta er sostatt ein kærleikssøga um eitt sera ólíkt par. Kvinnan situr við songarstokkin hjá illa brenda manninum og fortelur honum søgur úr øllum heimshornum, men eisini um miðaldarlív teirra, tá hon var ein lærd nunna og hann leiguhermaður. Søgugongdin minnir um BBC sjónvarpsrøðina The singing detective, har fyrstu partarnir nágreinliga lýsa brandskaðar og teirra ávirkan á fólk. Hóast banala uppleggið: rík kvinna tekur sær av skaddum manni - fáa vit eisini eina hugtakandi lesiuppliving, har ferðast verður víða, bæði í tíð og stað. Andrew Davidson: Gargoilen (2009). 456 síður. |
|
Stórsligin kvinnusøga úr Norðurnoregi |
|
Nýggjasta skaldsøgan hjá Herbjørg Wassmo, Hundre år, er eitt slag av ættarsøgu, har hon skrivar søguna um langommuna Saru Susannu, sum er fødd í 1842, ommuna Elidu og mammuna Hjørdis, sum fær Herbjørg í 1942. Hetta eru gerandissøgur um kvinnulagnur í Norðurnoregi, har harðbalna lívið kravdi stóra styrkju, ikki minst av kvinnunum.
Wassmo brúkar orðingina tilverunnar krøv til menniskjað, og gerandisdagurin við nógvum børnum, sjúku, fátækradømi og aðrari neyð krevur nógv, men har eru eisini glottar av sterkum kenslum og dreymum um, at alt kundi verið so nógv øðrvísi. Wassmo avdúkar eisini, at hon sum barn varð misbrúkt av pápanum, og hvussu hon yvirlivdi ágangin. Herbjørg Wassmo bleiv av álvara kend við bókaraðnum um Toru, og í 1987 fekk hon Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri Hudløs himmel, sum er seinasta bókin í hesum raðnum. Seinni komu bøkurnar um Dinu, sum eisini vórðu gjørdar til filmin Jeg er Dina. Wassmo, Herbjørg: Hundre år ( 2009). 490 síður. Norskur tekstur. |
|
Íslendskur humor, tá hann er bestur |
|
Toxic er ein harðrendur leigudrápsmaður, sum arbeiðir fyri kroatisku mafiuna í New York, men tá eitt morð miseydnast, noyðist hann at flýggja. Á flogvøllinum er hann um at verða uppdagaður og má skifta samleika. Han drepur ein mann og stjelur klæðir, pass og ferðaseðil frá honum. Soleiðis endar hann í Reykjavík sum amerikanskur sjónvarpsevangelistur, Father Friendly.
Hann átekur sær leiklutin og roynir sum longst at dylja, hvør hann er. Men fólk varnast, at alt ruggar ikki rætt, og góð ráð eru dýr, nú bæði fortíðin og kærleikin gera vart við seg. Hallgrímur Helgason: Lejemorderens guide til et smukt hjem (2009). 222 síður. |
|
Eftirfylgjarin hjá Stieg Larsson? |
|
Bókin Hypnotisøren hjá Lars Kepler fekk sera nógva umtalu í Svøríki, tá hon kom út í fjør. Ein orsøk var gitingin um, hvør fjaldi seg handan dulnevnið Lars Køpler, og tað tók langa tíð, áðrenn funnið varð fram til, at tað var rithøvundaparið Alexander og Alexandra Coelho Ahndoril, ið annars bert høvdu skrivað akademiskar bøkur.
Hin orsøkin var, at rógvið varð framundir, at vit nú høvdu fingið eina krimisøgu, ið kundi samanberast við heimskendu trilogiina hjá Stieg Larsson. Um ikki ein eftirfylgjari, so skrivað í sama stíli og kanska við møguleika at gerast nærum eins vælumtókt og tær. Og spurningurin er so: livir bókin upp til hetta? Høvuðspersónurin í bókini er finsktføddi kriminalkommiserurin Joona Linna. Samstundis sum nærum ein heil familja verður myrd á ógvusligan hátt, verður ein drongur burturfluttur. Trupulleikar eru í hjúnalagnum hjá foreldrunum hjá dronginum, og pápin, læknin Erik Maria Bark, verður noyddur at nýta kynstur sítt sum hypnotisørur fyri at hjálpa kriminalkommiserinum við fyrra málinum, samstundis sum leitað verður eftir dronginum. Bókin er rættiliga ógvuslig í lýsingini av drápunum, og illgerðarfólkini eru eisini lýst sera svart-hvítt. Tað letur ikki til, at tey hava nakrar góðar eginleikar. Tó, høvuðspersónurin, kriminalkommiserurin, kundi verið áhugaverdur at fylgt í møguligum framhaldi av hesi bók, um rithøvundarnir duga at tóna niður ræðuleikarnar og teir óndu høvuðspersónarnar.
Lars Kepler: Hypnotisøren (2009). 584 síður. |
|
Søgulig skaldsøga úr Føroyum |
|
Stutt undan fyrra aldaskifti kemur ein nýlærdur prestur, 24 ára gamal, til landið, beint sum ein nýggj og øðrvísi tíð tekur seg upp. Presturin er langabbi høvundans. Í havsins hjarta er um tíðina frá jólafundinum gjøgnum tjóðskaparrørslu, heimsbardaga, fólkaatkvøðu, kalda kríggið og stóra skrædlið fram til fólkafundin á Slættaratindi. Ein søga um vónir og vónbrot í hundrað ár, sæð við eygunum hjá einum, sum er heima og burturi í senn, eygleiðari, droymari og samstundis luttakari. Hetta er veruleiki, minningarbrot og fríur skaldskapur, sett saman í 39 partar til eina breiða skaldsøgu um heimin, landið og tíðina. Gunnar Hoydal: Í havsins hjarta (2007). 517 síður. |
|
Loyndarmálið undir øskuni |
|
Í Vestmanna-oyggjunum eru fornfrøðingar farnir at grava nøkur hús út, sum hava staðið undir í øsku síðani eldgosið í 1973. Markús Magnússon hevur sett seg í samband við advokatin Thóru Gudmundsdóttir. Hann vil vera fyrstur niður í kjallaran í húsinum, har hann og familja hansara búðu, tí har er okkurt, hann skal hava fatur á, áðrenn fornfrøðingarnir sleppa framat.
Við hjálp frá Thóru er hann fyrstur niðri í kjallaranum, har hann finnur tað, hann leitar eftir, men har liggja eisini trý lík. Markús verður handtikin, mistonktur fyri at hava samband við morðini. Samstundis verður ein vinkona hjá honum funnin myrd, og her er hann eisini undir illgruna fyri at hava ein leiklut. Hetta er 3. bókin hjá Yrsu Sigurðardóttir, ið er umsett til danskt. Bókasavnið hevur hinar báðar, Det tredje tegn og Den der graver en grav, allar við sakføraranum Thóru Gudmundsdóttir sum høvuðspersóni. Bøkurnar kunnu lesast hvør sær. Yrsa Sigurðardóttir: Aske (2009). 413 síður. |
|
Í leguni Marienfelde nærhendis Berlin verða fólk, sum eru flýdd úr Eysturtýsklandi, savnað, meðan myndugleikarnir kanna teirra viðurskiftir. Vit hoyra um lagnurnar hjá fýra persónum, sum hittast í leguni. Nelly Senff, sum er jødi, er komin við tveimum børnum. Myndugleikarnir halda hana vera illgrunasama, og børnini verða happað í skúlanum.
Polska kvinnan Krystina, sum er cellistur, hevur selt ljóðførið fyri at kunna flýggja vesturum saman við tí gamla pápanum og deyðasjúka bróðurinum í vón um heilsubót. Tann triði er Hans Pischke, sum kanska er brotsmaður, og so er tað avhoyringarleiðarin, John Bird. Øll droyma tey um eitt betri lív, men svíkjarar kunnu vera í leguni, so tú veitst aldri, hvør er vinur, og hvør er fíggindi. Tey bíða øll, summi í ár, uttan møguleika fyri einum virðiligum lívi. Legur sum henda vóru í Vesturtýsklandi heilt fram til 1978, og rithøvundurin Julia Franck, ið sum barn var í einari av hesum legum, dugir sera væl at lýsa vónloysið hjá flóttafólki. Julia Franck: Lejrbål (2004). 285 síður. Bókasavnið eigur eisini bókina á týskum: Lagerfeuer. |
| << byrjan < fyri 1 2 3 4 5 6 7 næsta > endi >>
| | úrslit 1 - 20 av 127 |
|